Politikkur

Tá Tjóðveldi gav Argja kirkju jólagávu

So var Tjóðveldi aftur úti við pástandi um, at servituttur var lýstur á økið við Sandá – og at sitandi borgarstjóri og flokkur hansara eiga einsamøll alla ábyrgd av hesum máli.

2024-02-27 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgið, sum Tjóðveldi roynir at geva fólki fatan av, at okkurt óreiðiligt er við málinum - og at tey eru og altíð hava verið ímóti staðsetingini.

Gjørdi mær tann ómak at hyggja inn í tíðindarenslið hjá kommununi at vita, hvørji seinastu veruligu stórtíðindini um kirkjuna við Sandá vóru.

Hetta var undan jólum í 2020, beint áðrenn samgongan við Anniku Olsen pakkaði saman. Samgongan var í jólagávuhýri.

Kirkjuráðið var boðið til samkomu á Ráðhúsinum, har Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, handaðu kirkjuráðnum á Argjum 5 miljónir.

Pengarnir skuldu brúkast til útiøkið kring kirkjuna, m.a. parkeringspláss, og borgarstjórin nýtti høvið at ynskja kirkjuráðnum hepna hond við byggingini og staðfesti, at Argir var vaksið so nógv, og tí var nýggja kirkjan vælkomin.

Hetta eru tey, sum nú halda, at sitandi borgarstjóri skal leggja frá sær, tí hann og flokkur hansara einsamøll eiga ábyrgd av hesum óreiðiliga máli.

Fakta

Málið um Argja kirkju er einmælt samtykt í býráðnum. Ongin ávísur flokkur eigur hetta mál. Kirkjuráðið á Argjum hevur fyri árum síðan fingið øll neyðug loyvi og hevur tí allan rætt til at byggja við Sandá.

Løgfrøðiliga niðurstøðan í hesum máli er, at tað ikki er gjørt nakað fyrisitingarligt mistak. Heldur ikki eru onnur viðurskifti sum gera, at ein bygging ikki skal loyvast.

Eingin servituttur um fríøki er tinglýstur á ognir umfataðar av útstykkingarætlanini fyri Müllerstrøð, heldur ikki á økið ætlað til kirkjuna. Heldur ikki er nakar servituttur um hetta strikaður.

Eitt løgfrøðiligt notat, sum verður lagt fram á komandi býráðsfundi staðfestir, at málið er í prinsippinum eitt rættuliga einfalt býarskipanarmál, har býráðslimir upprunaliga skuldu taka støðu til, um staðsetingin, sum er eitt D1-øki (fríøki), skuldi nýtast til bygging, og um staðið var hóskandi til eina kirkju.

Tann avgerðin er tikin fyri nógvum árum síðani. Eisini hava bæði friðingar- og býarskipanarmyndugleikarnir viðgjørt málið. Eftir er bara at viðgera, um umsóknin um byggiloyvi samsvarar treytunum í serstøku byggisamtyktini.

Ger hon tað, hevur kirkjan eitt rættarkrav um at fáa byggiloyvi.

---

So er eftir at síggja, um Tjóðveldi framvegis er í gávuhýri á komandi býráðsfundi, tá støða skal takast til byggiloyvið til kirkjuna, sum tey mettu vera so kærkomna.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder