Tað var um 14:40 at boða var frá, at ein stór grind var funnin norðanfyri Slættanestanga, grindin gekk í fleiri bólkum og springarar vóru eisini millum. Mett var at talan var um fleiri 100 hval.
Roynt var at fáa springarnar burturúr, og tað gekk eisini, og bleiv ein partur av grindini hildin til í Vestmanna.
Vit hava júst tosað við sýslumannin, Kristjan Martin Joensen.
Sýslumaðurin sigur, at enn er ikki liðugt at fáa hvalirnar uppá kaiina, sum løgdu beinini í Vestmanna seinnapartin, men verður mett at talan er um 250 hval.
Tá ið grindin hevði lagt beinini í Vestmanna, var aftur boða frá grind norðanfyri Slættanestanga. Hon hevur lagt beinini á Leynum nú í kvøld. Sýslumaðurin sigur, at mett verður at tað løgdu umleið líka nógvir hval beinini á Leynum, sum í Vestmanna.
So tað hava 400-500 hval lagt beinini í dag.
Kristjan Martin Joensen, sigur at meira verður at frætta fyrrapartin í morgin nær seðlarnir koma út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald