Annað

Svikarar siga seg verða frá Nets

Løgreglan hevur seinastu dagarnar fingið fleiri fráboðanir um, at svikarar royna at fáa fatur á upplýsingum..

2026-09-27 13:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður fyri løtu síðani upplýst, at fleiri eru uppringd av telefonnummari +45 22137279, og sagt verður at tey eru frá Nets.

Talan er um bæði mannfólk og konufólk, sum ringja út, og tosað tey flótandi danskt.

Tey royna at fáa fatur á kortupplýsingum og atgongd til samleikan.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at Nets ongantíð ringir út til fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder