Vinna

Svend C. og Gøtunes skulu landa á Tvøroyri

.

Mynd: Frits Joensen

Mynd: Frits Joensen

2025-09-05 08:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Í løtuni landar Tummas T. á Tvøroyri, teir eru um at verða liðnir at landa.

Svend C. liggur eystanfyri Suðuroy og bíðar til liðugt er at landa Tummas T, tá sleppa teir framat, Svend C. hevur 170 tons av makreli í tangunum, eisini hava teir fulla lastt av frystum makreli, sum teir plaga at landa í Kollafirði, teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.

Gøtunes er á Havnini í løtuni, teir landa aftaá Svend C. á Tvøroyri, Gøtunes hevur 550 tons av makreli, sum er fiskaður í norskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder