Vinna

Svartkjaftastovnurin í minking

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánað 2025. Hóast hesa minking, er stovnurin enn væl fyri.

2025-05-04 15:24 Author image
Havstovan
placeholder

Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020 og 2021 árgangirnar, sum í nøgd svara til 70% av gýtingarstovninum.

Longur suðuri í kanningarøkinum, t.e. vestan og norðan fyri Porcupine Bankan, var munandi minni at síggja í ár. Í fjør var eisini ein minking í hesum øki, og kann hetta merkja, at høvuðsgýtingin hevur verið fyrr, seinastu tvey árini.

Nakað av ársgomlum svartkjafti var at síggja í føroyskum øki í ár. Vónandi er hetta tekin um, at tilgongdin í 2024 hevur verið yvir miðal.

Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingini av svartkjafti, sum verður gjørd á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst.

Les alla frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder