Politikkur

Svarið frá landsstýrismanninum als ikki nøktandi

Spurningurin stendur framvegis opin, um landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur ella ikki hevur sagt, at persónlig sambond diktera, hvør fær hvørjar uppgávur frá Tórshavnar kommunu.

2024-02-15 22:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At landsstýrismaðurin skjýtur seg undir, at hann hevur úttalað seg generelt og ikki um Tórshavnar kommunu spesifikt, tað ger bara støðuna verri, tí so leggur hann allar kommunurnar undir korrupsjón.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann er skeivt endurgivin. Trupulleikin er, at landsstýrismaðurin ikki greiðir frá, hvat er skeivt endurgivið. So skuldsetingarnar standa framvegis.

Heldur landsstýrismaðurin fast um, at talan er um ein generellan trupulleika, so má Kommunufelagið taka málið upp beinanvegin, tí hetta er ikki hissini skuldseting.

Tað er eisini ein rættiliga álvarslig ákæra, tá landsstýrismaðurin sigur, at slíkar illgitingar trívast millum fólk, orsakað av manglandi gjøgnumskygni í kommununum.

Í Tórshavnar býráð eru øll mál fult gjøgnumskygd og hava verið gjøgnum faknevndir og fíggjarnevnd, áðrenn tey eru viðgjørd á opnum býráðsfundum, har øll hava atgongd og nærum hvørt einasta mál er einmælt samtykt.

So ákæran umfatar ikki bara leiðslu og umsiting, men alt býráðið.

Svarið frá landsstýrismanninum er tí als ikki nøktandi. Hansara úttalilsi liggja sum grund undir álvarsligum ákærum móti leiðslu, umsiting og býráði um korrupsjón, umframt at allar hinar kommunurnar nú eisini verða skuldsettar at viðgerða mál við manglandi gjøgnumskygni.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder