Politikkur

Sandavágshálsur - Sandavágur - Miðvágur

Undirritaði var í Vestmanna á almennum fundi fyrr í vikuni um ein komandi Vestmannatunnil.

2024-03-14 16:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á hesum fundi varð nevnt, at nýggjasta samferðsluætlanin hjá Landsverki nevnir tunnil um Sandavágsháls fremri en Vestmannatunnilin, og tí royndi orðstýrarin, John Johannesen, at fáa politikararnar, sum hjástaddir vóru, at úttala seg um, hvørjar tunlar teir vildu raðfesta fyrst, Vestmannatunnilin ella tunnilin um Sandavágsháls.

Satt at siga visti eg einki um tað nýggjastu samferðsluætlanina, har nýggja farleið um Sandavágsháls var løgd úr á netið. Heimkomin fór eg á lv.fo-samferðsluætlan undir 2026, og sá har, svart upp á hvítt, at Landsverk mælir til at byrja arbeiði um Sandavágsháls í 2026 og Vestmannatunnilin í 2030.

Samferðsluætlanin er ein vegleiðing til politiska myndugleikan og onnur um, hvat størri verkætlanir stovnurin heldur skul ugerast, og í hvørjari raðfylgja.

Fyri okkara viðkomandi lýsir stovnurin farleiðina Fútaklettur – Vatnsorar soleiðis:

Fútaklettur – Vatnsoyrar

Futaklettur -  Sandavágur

Sandavágur – Miðvágur

Landsverk mælir til sum loysn ein tunnil frá Fútakletti til Sandavágs, og ein umkoyringarveg um Sandavág til Miðvágs. Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er 315 – 385 mió. kr, og um semja fæst politiskt, ber til at byrja longu í 2026, og byggitíðin verður mett at verða 4 ár.

Kommunurnar í Vágum hava havt farleiðirnar frá Fútakletti til flogvøllin fyri á fundum tey seinastu árini, uttan at nakað felagsstev er funnið. Tí hevur deyðatøgn valda bæði millum lands- og kommunupolitikarar.

Skulu vit í Vágum gera okkum vónir um, at verða við, tá politisku raðfestingarnar av sanferðsluætlanini verða gjørdar um heilt stutta táð, so er neyðugt, at vit her vesturi koma á banan og ikki sita sum tunguleysir skarvar.

Mítt uppskot er tí, at borgarstjórarnir kalla bý- og bygdaráðslimir til fundar saman við politikarunum í oynni um hetta málið, sum skjótat.

Sune Jacobsen

Sørvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder