2025-06-01 22:52

LMKF25, 5. teinur:
Helgi Winther Olsen vann fimta og seinasta teinin av Leif Mohr Kring Føroyar. Tað bleiv til tríggjar sigrar, tá hann vann 1. etapu, 2. etapu, og nú 5. etapu, og Helgi gjørdist tí samlaður vinnari av kappingini.
Í dag bleiv fimti og seinasti teinurm súkklaður.
Í gjár bleiv kappast á Streymoynni, tá súkklarar kappaðust í Einkultstarti. Teinurin ígjár var úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, og síðan niðan á Sornfelli.
Í dag bleiv súkklað runt í Havnini. Súkklað bleiv ein teinur á smáar fýra kilometrar, og skuldi hesin teinur súkklast 13 ferð. Tilsamans 50 kilometrar.
Startur var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn. 13 umfør, og frá Hoyvíksvegnum bleiv koyrt oman á Eystara Ringveg, síðan eftir Yviri við Strond, niðan eftir Jónas Broncksgøtu, og so niðan eftir Hoyvíksvegnum.
Fyrst súkklaðu øll eitt umfar sum ”Master Start”. Øll fylgdust eitt umfar áðrenn dómarin gav boð um, at nú byrjaði kappingin av álvara.
Ferðin reyk upp, og varð rættliga høg oman móti Eystara Ringvegi. Ferðin var enn hægri tá ein stórur hópur av súkklarum, í undanvindi, settu kós móti Skansanum.
Avgerðin fall tíðliga
Tíðliga í kappingini, ávegis niðan eftir Jónas Broncksgøtu setti Helgi W. Olsen ferð á súkkluna, og tað gingu bert fá sekund, so hevði Helgi fingið hol aftur til høvuðsfeltið, sum aftur í dag taldi millum tíggju og fimtan súkklarar. Helgi økti, og har sat hann, í mótvindinum eftir Hoyvíksvegnum, og í undanvindinum eftir Yviri við Strond.
Øll høvdu tað hart niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tað gjørdist enn harðari, tá Niklas Hallgren Niclassen, eins og Helgi gjørdi fyrr í kappingini, setti ferð á miðsskeiðis í Jónas Broncksgøtu.
Tá hópurin hevði fingið pulsin niður aftur, og súkklarar hildu, at nú var sloppið, so setti Niklas aftur ferð á súkkluna, og fekk soleiðis frástøðu aftur til Paula Poulsen, Hilmar Hansen, og ein vælkoyrandi Konstantinos Garoflos. Hini í høvusfeltinum mistu "takið" í fyrra rykkinum hjá Niklas.
Tað vóru nú trý umfør eftir. Halgi sat tryggur fremst og hevði uppbygt sær eina leiðslu á tveir til tríggjar minuttir. Niklas royndi ikki at koyra Helga inn aftur, men bardist fyri lívinum fyri, at Pauli, Hilmar og Konstantinos Garoflos ikki skuldu koyra hann inn aftur. Ein harður dystur sum … sum Niklas vann.
Helgi brúkti 1 tíma 32 minuttir og 25 sekund. Niklas kom á mál smáar 3 minuttir seinni. Niklas brúkti 1 tíma 35 minuttir og 10 sekund um teir 50 kilometrarnar.
ríggir mans bardust um bronsuna. Konstantinos Garoflos misti Paula og Hilmar miðskeiðis í Jónas Broncksgøtu, og løtu seinni misti Hilmar Paula. Tað var tí Pauli Poulsen, ið kom sum triði maður um málstrikuna.
- Nú skuldi bera ella bresta. Koyrdi alt eg átti frá Skansanum. Miðskeiðis á Jónas Broncksgøtu misti Kostas, og tá vit snaraðu frá Jónas Broncksgøtu, niðan á Hoyvíksvegin, slapp eg leysur frá Hilmar. Málið var fyrst og fremst at koyra Niklas inn aftur. Hann var í eygsjón. Munurin minkaði, tað styttist upp til Niklas, men ”álopið” kom ov seint, segði Pauli eftir dagsins etapu.
Trý í dag, og Pauli gjørdist somuleiðis nummar trý í samlaðu støðuni.
Tríggir sigrar og samlaður vinnari
Sama dag sum bretski súkklarin Simon Yates vann ársins útgávu av Giro d´Italia, vann Helgi Winther Olsen ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2025.
Meðan Simon Yates og hinir proffarnir skuldu koyra tilsamans 3.443 kilometrar, so skuldu Helgi og hinir amatørarnir koyra tilsamans 248 kilometrar.
Helgi brúkti 7 tímar og 38 minuttir og 13 sekund um teir umleið 248 kilometrarnar. Nummar tvey gjørdist Niklas Hallgren Niclassen, og brúkti hann 7 tímar 41 minuttir og 20 sekund. Nummar trý samanlagt gjørdist, sum áður nevnt, Pauli Poulsen. Pauli brúkti 7 tímar 47 minuttir og 5 sekund um allar teinarnar í ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2025.
Í samlaðu støðuni hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv vinnari. Súsanna koyrdi teir 248 kilometrarnar uppá 7 tímar 52 minuttir og 42 sekund.
Úrslit frá 5. teini av Leif Mohr Kring Føroyar 2025 kunnu síggjast her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=392525
Eftir 5. og seinasta umfør gjørdist samlaða støðan hendan:
https://www.webscorer.com/seriesresult?seriesid=391931
Myndir og animeringar av teinunum kunnu síggjast her:
https://www.facebook.com/lmkringforoyar/photos
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald