Vinna

Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag stovnað

.

Mynd: Fv. Olaf á Stongunum, Eyðun Mørkøre, Jóhann Marni Stenberg og Randi Meitil.

Mynd: Fv. Olaf á Stongunum, Eyðun Mørkøre, Jóhann Marni Stenberg og Randi Meitil.

2024-11-05 10:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Á stovnandi fundinum hjá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, mánakvøldið 4. november, vórðu Jóhan Marni Stenberg, Randi Meitil og Eyðun Mørkøre vald í nevndina. Varalimur er Olaf á Stongunum. Fundurin staðfesti nevndina og mælti til, at Eyðun Mørkøre verður valdur sum umboð í landsnevndina vegna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.   


Sjálvstýri er dagført! Eftir drúgt og miðvíst arbeiði er nú komið á mál við at stovna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Nevndin skipaði seg soleiðis: Jóhan Marni Stenberg, formaður, Randi Meitil, næstforkvinna, og Eyðun Mørkøre, skrivari. 


Landsnevndin metir hetta vera eitt týdningarmikið stig á leiðini til at endurreisa Sjálvstýri og fáa umboðan aftur á Føroya løgting. 


Arbeitt verður nú við at stovna feløg í Norðurstreymi, Vágum og á Sandi. 



Vegna Sjálvstýrisflokkin


Sámal Petur í Grund, floksformaður

Andrias Jacobsen, landsnevndarformaður

Rúna Sivertsen, skrivari

Snæbjørn Bærendsen, nevndarlimur

Lasse Klein, kassameistari


Mynd: Fv. Olaf á Stongunum, Eyðun Mørkøre, Jóhann Marni Stenberg og Randi Meitil

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder