Politikkur

Suðuroyartunnilin kostar 3,8 milliardir við øllum

Løgtingsval var fyri 1 ári síðani og samgongan varð skipað 22. Desember 2022. Eitt av týðandi málunum var nettupp at fáa lýst og greinað øll viðurskifti viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, soleiðis at politiski myndugleikin hevur eitt sterkt og dygdargott grundarlag at taka støðu út frá.

2023-12-08 17:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag er ein partur av fyrireikingar arbeiðinum í samband við Suðuroyartunnilin vorðin almennur – og greitt er, at at kostnaðurin av gera Suðuroyartunnilin og allar atknýttar verkætlanir er á heilt góðari leið, eisini um Skúvoy verður tikin uppí verkætlanina.

Suðuroyartunnilin fer við øllum atknýttum verkætlanum og einum tunli upp í Skúvoy kemur at kosta 4 milliardir kr. Atknýttar vegagerðir og nýggjur Sandvíkartunnil kostar 400 mió. kr. og ein tunnil upp í Skúvoy kostar 200 mió. kr. Sjálvur Suðuroyartunnilin kostar sostatt 3,4 milliardir kr.

Tá tikið verður inn í myndina, at vegurin í Sandslíð skal gerast undir øllum umstøðum – eisini um Suðuroyartunnilin ikki kom á skrá – og at ein nýggjur Sandvíkartunnil eisini liggur fyriframman innan næstu 10-15 árini, so er kostnaðurin av sjálvum Suðuroyartunlinum ikki nakað størri enn kostnaðurin av Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Verður øll verkætlanin roknað í % av BTÚ fyri  hvørt ár í byggitíðarskeiðinum, so kostar Suðuroyartunnilin ikki meiri enn Eysturoyar- og Sandoyartunlar kostaðu í % av BTÚ um árið í byggitíðarskeiðinum.

Eitt ár er farið síðan Løgtingsvalið 2022 og Suðuroyartunnilin er nú veruliga í eygsjón.

Nú er at fáa gjørt lidnar frágreiðingarnar um fígging og haldføri og nýtslu av gróti, soleiðis at málið kann fyrireikast til endaliga politiska viðgerð. -Og er undirtøka fyri tí (og tað ivist eg ikki í tað er!), so kann verklagslógin um Suðuroyartunnilin samtykjast í Løgtinginum áðrenn Løgtingið fer i summarfrí 2024.

Dennis Holm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder