Ítróttur

Suðuroyar Talvfelag brynjar seg

Tveir av hollastu bulunum á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag seinnu árini, Carl Eli N. Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson, fara í vetur at telva við Suðuroyar Talvfelag..

2026-09-13 16:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er vorðið sum styrkur hjá einasta talvfelagnum í Suðuroynni - og samsvarandi missur hjá havnarmonnum.

Suðuroyar Talvfelag, sum bara hevur nøkur fá ár á baki, flutti farna kappingarár upp í 3. deild. Málið í vetur tykist tí vera at flyta upp í 2. deild. Eyðun Nolsøe hevur verið partur av talvfelagnum í Suðuroy síðan tað var stovnað í 2021, og við nýggju telvarunum aftrat honum, hava vit eina manning, ið eigur at kunna gera seg galdandi ikki bara í  2. deild, men eisini í 1. deild. Tí er ikki vist, at hesir tríggir fara at vera fastir menn í øllum dystunum í vetur. Heldur fara teir at telva eftir tørvi.

Sjúrður Thorsteinsson er av Tvøroyri, men hevur í fleiri ár búð og telvað í Havn. Eyðun Nolsøe býr í Suðri, men hevur telvað við klaksvíkingum til hann saman við øðrum stovnaði Suðuroyar Talvfelag. Carl Eli N.Samuelsen er úr Havn, men hevur vunnið FM í liðkappingini við trimum feløgum: Havnar Telvingarfelag, Vestmanna Talvfelag og Sandavágs Talvfelag.

Carl Eli, Eyðun og Sjúrður hava allir verið í fremstu røð í føroyskari telving, og hava eitt nú allir umboðað Føroyar á talvolympisku leikunum.

Hjá Havnar Telvingarfelag er talan um stóran miss, tí Carl Eli og Sjúrður hava verið fastir fúsir á 1. liði hjá Havnini nú í fleiri ár. 

Landskappingin í talvi byrjar ætlandi 18. oktober.


Metstórt talv-OL

Mikudagin í komandi viku byrjar 46. talvolympiadan í Usbekistan.

Luttøkan er metstór. Ì almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesaferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.

Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft - eru við á hesum sinni.

Føroyska liðið er mannað soleiðis:

1. Luitjen Akselsson Apol (2305)
2. IM John Rødgaard (2250)
3. Jón í Horni Nielsen (2078)
4. Elias Petersen (2075)
5. Rókur Davidsen (1988)

Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. So avboðini hava verið fleiri enn vant.

Nevnast kann, at Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.

Føroyska talvlandsliðið fer úr Føroyum í morgin sunnudagin. Liðleiðari verður Hjalti Petersen, sum er nýggjur formaður í Talvsambandi Føroya.

Talvolympiadan varir frá 16.- til 27. september.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder