2023-05-22 08:25
Klokkan 14:28 í gjár rópti ein stuttleikabátur Mayday á VHF'inum á kanal 16. Báturin var uppsteðgaður í Hestfirði, og var við at reka á land.
Brimil ið var staddur í Hestfirði, sendi Nósa til hjálpar og Rescue Lív bleiv eisini tilkalla.
Tá ið Nósi kom til bátin, høvdu teir fingið varpið út og tað helt. Nósi setti fast og sleipaði bátin út frá landi.
Tá ið Rescue Lív kom á staðið, tóku teir yvir og sleipaðu bátin til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald