Politikkur

Stuðul til alternativar grønar orkuverkætlanir

Freistin at søkja er 1. oktobur 2023.

Tilvildarlig mynd.

Tilvildarlig mynd.

2023-08-25 11:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vinnuhúsið skrivar:

Til ber at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um alternativar grønar orkumøguleikar.

Freistin at søkja er 1. oktobur 2023.

Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum. Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.

Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir.

1,8 mió. kr. eru játtaðar til endamálið.

Reglugerðin liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur játtanina.

Umsóknirnar skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 1. oktobur 2023.

Reglugerð Fyri Grøna Stuðulsjáttan (1)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder