
Strandferðslan hevur lógarásetta flutningsskyldu og tað merkir millum annað, sum stað stendur í lógini: ”nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og/ella flutningi av akførum”.
Í løtuni er ferðasambandið als ikki nøktandi.
Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð
Tað skal bera til at búgva í Nólsoy og arbeiða aðrastaðni. Tað skal bera til at reka vinnulív í Nólsoy. Tað skal bera til hjá børnum og ungum at búgva í Nólsoy og ganga til frítíðarítriv aðrastaðni.
Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu krevji eg, at Strandferðslan tekur hesa flutningsskyldu í álvara um Nólsoyarfjørð og syrgir fyri, at fleiri túrar verða á farleiðini. Tað er eitt ynski frá nólsoyingum.
Hvat ætlar SSL við Nólsoyarleiðini?
Kundi eisini hugsað mær at vita, hvørjar ætlanir Strandferðslan hevur við ferðasambandinum millum Nólsoy og meginøkið.
Fáa nólsoyingar nýtt skip? Verður 45 ára gamla Ternan verandi?
Nú Teistin riggar so sera væl til Kalsoyarsiglingina, er einki rættari, enn at fyrsta ferjan, sum skal byggjast, verður bygd til Nólsoyarleiðina.
Hetta eigur Løgtingið at taka støðu til beinanvegin.
Elsa Berg,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald