Politikkur

Stórur almennur og politiskur áhugi er fyri nýggjastu temabløðunum úr Samferðsluætlanini

.

2024-07-06 11:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsverk:


Síðani vit løgdu fram um temabløðini, Ábær ferðsla og Ferðafólkaferðsla, tann 18. juni í Smæruni, hevur Landsverk fingið fleiri áheitanir um at koma at greiða frá um, hvussu vit betra umstøðurnar fyri fólk til gongu og á súkklu, og hvussu vit best skipa stóru ferðafólkaferðsluna á burðardyggum grundarlagi.

Hesa vikuna gekk túrurin til Fíggjarmálaráðið, har áhugin fyri evninum millum áhoyrarnar var stórur.

Vit er sera glað fyri stóra áhugan, sum boðar frá gróðrarlíkindum fyri eini meiri burðardyggari menning av samferðsluni. Lat okkum frætta um títt arbeiðspláss ynskir at hoyra meira um temabløðini.

Lurta eftir Brandi Sjúrðarsyni frá Landsverki greiða frá um ábæra ferðslu her og ferðafólkaferðslu her.

Tak niður temabløðini her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder