Politikkur

Stórur áhugi fyri vinnuøki í Vága kommunu

Vága kommunu bjóðaði í kvøld til kunningafund um vinnuøki í grótbrotinum í Sandavági.

2023-02-16 22:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kommunan hevur fyri fyrst, eitt økið uppá 17000 fermetrar, klárt til vinnuna at brúka.

Býráðsskrivstovan var fullsett til fundin í kvøld, so ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri einum vinnuøki í Vága kommunu er stórur.

Tosað bleiv útfrá myndini niðanfyri, og komu ymiskt hugskot fram á fundinum.

Tey ið ynska sær eitt øki í grótbrotinum í Sandavági skulu venda sær til Lilju Thorsteinsson á mail [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder