
Sterk kapping
Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Kappingin sunnudag, er farin eina kategori upp í “tygn” so at talan nú er um eina silvur-kapping. Hetta hevur eisini havt við sær, at betri útlendskir spælarar hava valt at koma til Føroya í ár.
Hjá monnum eru til dømis nr 1 í Íslandi, nr 1 í Svøríki, nr 2 í Týsklandi, nr 2 í Skotland, nr 5 í Onglandi og nr 2 í Hollandi við. Hjá kvinnum er eisini talan um kvalitetsluttøku. Til dømis eru nr 1 í Íslandi, nr 1 í Svøríki, nr 1 í Danmark og nr 1 í Hollandi við.
Og serliga nr 1 í Hollandi, Lerena Rietbergen, er ein spennandi leikari at hava fingið við til Føroya. Hon er í løtuni nr 3 á heimssstykilistanum og hevur seinasta hálva árið vunnið 6 altjóða kappingar, umframt at hon gjørdist nr 3 til HM í Lakeside í desember.
Og júst kvalifikatións-stigum til HM er tað, sum teir bestu útlendsku leikararnir koma eftir. Og við tað at Tórshavn Open nú er farin frá bronsu upp til silvur kategori, so tvífaldast kvalifikatións-stigini, sum eru uppá spæl.
Unglingar fyri fyrstu ferð
Í verður kappingin fyri unglingar fyri fyrstu ferð eisini altjóða skrásett. Tað eru ikki so nógvir útlendskir leikarar við hjá unglinum, men hinvegin hava nógvir føroyskir unglingar meldað til. Unglinga-dart hevur verið í støðugari menning hetta seinasta árið og fleiri feløg hava lagt nógva orku í at skipað venjingarnar hjá ungdóminum betri. Og hetta gevur nú eisini úrslit, við tað at tað legst aftrat fyri hvørja kapping, sum verður hildin í Føroyum. Og tí er tað gleðiligt, at hesi ungu nú eisini fáa roynt seg í altjóða kapping.
Kringvarpið stroymir
Høllin á Glasi er karmur um stórsta partin av kappingunum og har verða 44 dartbanar verða settir upp. Hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum fyri at hyggja eftir dart á altjóða stigi. Fyriskipararnir gera nógv burturúr við ljósi, ljóði og stórskýggja.
Kringvarpið fer eisini at stroyma frá avgerðandi dystunum, hetta verður leygarkvøldið frá kl 19 og sunnudagin frá kl 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald