Á stórum tiltaki í annaðkvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri, og har verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra í Auluni í Finsen.
Øll eru vælkomin, og tað er ókeypis at luttaka. Tiltakið verður eisini stroymt.
- Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Skrá:
18:30: Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, bjóðar vælkomin
18:40: Kári Holm Johannesen, Hagstovan
19:00: Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger
19:20: Allan Skaalum, virkandi stjóri, Bústaðir
19:40 - 20:00: Steðgur
20:00: Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri
20:20: Lisa Pelling, leiðari á svensku tankasmiðjuni Arena Idé
20:40: Møguleiki at seta spurningar
Politikkur
Stórt tiltak um bústaðartrot í morgin
Á stórum tiltaki í annaðkvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri.
2022-03-02 11:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald