Annað

Stórt rættarmál um hvítvasking og smugling byrjar í dag

Seks mans eru ákærdir í einum stórum máli, sum byrjar í Føroya Rætti í dag. Teir ákærdu - sum allir eru danir - eru millum 22 og 41 ár. Teir eru allir ákærdir fyri at hvítvaska pengar og smugla rúsevni til Føroya.

2025-04-22 07:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við málið hava TAKS og Føroya Politi lagt hald á 1,3 mió. kr. í reiðum peningi og 18 kg av hassji.

Stórar nøgdir av peningi og rúsevnum

Í fjør steðgaði TAKS einum bili ávegis umborð á Norrønu. Í bilinum vóru tveir av teimum ákærdu umframt 1,3 mió. kr. í reiðum peningi. Pengingurin var goymdur í fleiri ymsum rúmum í bilinum.

Kanningararbeiðið hjá Føroya Politi víðari í málinum førdi til, at tveir mans afturat vóru handtiknir seinni sama dag nakað omanfyri Kirkjubø. Í hesum sambandi legði Føroya Politi hald á 18 kg av hassji. Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum funnin og handtikin. Hesin var komin til Føroya við seglbáti, sum hassjið sambært ákæruni kom til Føroya við.

Hesir fimm menninir hava sitið í varðhaldi síðani oktober í fjør.

At enda leiðir kanningararbeiðið til handtøkuna av sætta og seinasta manninum. Umframt ákæruna fyri nevndu brot, er hesin maðurin eisini ákærdur fyri at hava selt 200 gram av amfetamini.

Hesin maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani januar í ár. 

Rættarfundirnir vera við Tjarnir

Av tí at tað eru seks ákærdir persónar í málinum, sum allir sita í varðhaldi, eru vanligu hølini hjá Føroya Rætti ikki nóg stór, og tí verður rættarmálið viðgjørt í hølum við Tjarnir.
Viðgerðin fer væntandi at taka fýra dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder