
Seks fólk – fimm menn og ein kvinna – eru ákærd fyri at hava smuglað uml. 3,8 kg av amfetamini og uml. 23 kg av hassji við seglbáti úr Danmark til Føroyar við tí endamáli at selja víðari. Fýra av teimum ákærdu vóru handtikin í Føroyum í august í fjør, meðan tveir av teimum ákærdu vóru handtiknir í Danmark í januar í ár. Øll seks fólkini hava sitið í varðhaldi síðani handtøkuna.
Amfetamin er bólkað sum eitt serliga vandamikið og skaðiligt rúsevni. 3,8 kg. av amfetamini, sum málið snýr seg um, er ein óvanliga stór nøgd av amfetamini í Føroyum, og tann størsta einstaka nøgdin í einum máli higartil í Føroyum.
Føroya Politi og NSK (National Enhed for Særlig Kriminalitet) í Danmark hava arbeitt tætt saman í samband við kanningararbeiðið í málinum. Harumframt hava bæði TAKS og Skattestyrelsen í Danmark hjálpt politinum við kanningararbeiðnum.
Av tí at tað eru seks ákærd í málinum, sum øll sita í varðhaldi, eru hølini hjá Føroya Rætti í C. Pløjensgøtu ov lítil. Rættarmálið verður tí viðgjørt á Hotel Hafnia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald