Ítróttur

Stórsigur á Haiti

Føroyar vunnu ruddiliga í tíggjunda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan..

2026-09-27 13:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit telvaðu móti Haiti, sum vit ongantíð hava møtt fyrr. Eftir styrkitølunum hjá teirra monnum var greitt, at hendan dystin skuldu vit vinna.

Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard og Rókur Davidsen vunnu, og Elias Petersen telvaði javnt.

Føroyar eru nummar nú nummar 116 í røðini av  teimum 206 liðunum í kappingini fyri seinasta umfar í dag.


10. umfar (26. sept.)
Føroyar - Haiti 3½ - ½
Luitjen Akselsson Apol (2305) - Davidson Gabriel (2114) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Kemly Germinal (1955) 1 - 0
Elias Petersen (2075) - David Volcimus (1908) ½ - ½
Rókur Davidsen (1988) - Wyclef Victor (1853) 1 - 0


John Rødgevur sendi í gjárkvøldið hesa frásøgn úr Usbekistan:

Luitjen vann lættari, enn vit høvdu væntað, tí mótstøðumaðurin snávaði tíðliga í talvinum, og fótaði sær ikki aftur.

Mótstøðumaður mín royndi seg við einum riddaraoffri, sum ikki var rætt. Kortini fekk hann møguleikar, so eg skuldi ansa mær, men hann telvaði ikki støðuna nóg væl, mær eydnaðist tí at býta upp til vunnið endatalv.

Elias stóð væl í fyrstani, men brádliga var hann um ein háls. Tíbetur var mótstøðumaðurin ikki nóg avgjørdur, so Elias bjargaði sær remis.

Rókur skinklaði eisini og misti eina finnu. Men mótstøðumaðurin ikki sá hin góða leikin 17. Fh4! Eftir tað sást brátt, at okkara maður fór at vinna.

3½ - ½ var fínasta slag. Nú valdast avrikið í seinasta dysti í morgin, hvussu hýrurin verður á heimleið. 

Kosovo í seinasta umfari
Nú í ellinta og seinasta umfar í dag telva Føroyar móti Kosovo. Teir eru styrkismettir heldur ovari enn Føroyar - teir nummar 85 og vit 107.
Vit hava ongantíð hitt Kosovo á talvolympiadu, men í EM hava vit dystast tríggjar ferðir. Tá hevur ligið væl fyri hjá okkara monnum; Føroyar hava vunnið tvær ferðir, og triði dysturin endaði javnur. Men tær ferðirnar, at vit vunnu á teimum, høvdu vit okkara sterkastu manning.
Byrjað var at telva tíðliga í morgun.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder