2025-02-14 09:00
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Hetta skrivar bóndafelagið m.a. í einum sera hvøssum hoyringsskrivi, sum bæði er sent Aksel Johannesen, løgmanni og Høgna Hoydal, landsstýrismanni.
Viðmerkingar til lógarpakka um nýggjan landbúnaðarpolitikk
Bóndafelag Føroya er sera misnøgt við arbeiðsháttin hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum í hesum málinum. Felagið hevur als onga kunning fingið um hesar víttgangandi ætlaninnar, fyrr enn ein størri lógarpakki verður sendur til hoyringar, sum inniheldur tey størstu landbúnaðarpolitisku inntrivini tey seinastu útvið 20 árini.
Landsstýrismaðurin sigur seg hava tikið útgangsstøði í eini verkstovu um landbúnaðarpolitikk á Búnaðarstovuni tann 10. juni 2023. Men tá bóndafelagið fekk tær skrivligu niðurstøðurnar frá verkstovuni sendandi kundi felagið staðfesta, at munandi frávik vóru millum tær samanskrivaðu niðurstøðurnar, og tað sum í veruleikanum kom fram á verkstovuni. Felagið sendi tí Uttanríkis- og vinnumálaráðnum eitt drúgt skriv, dagfest 20. september 2023, har víst var á skeivleikarnar. Men í einum eftirfylgjandi svarskrivi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum blivu allar hesar viðmerkingarnar sópaðar av borðinum. Síðan tá hevur landsstýrismaðurin og embætisverk hansara arbeitt í loyndum við hesum sokallaða landbúnaðarpolitikkinum, uttan at landbúnaðarvinnan á nakran hátt hevur verið kunnað.
Í desember 2024, boðsendi landsstýrismaðurin Bóndafelag Føroya um at koma til fundar at verða kunnað um landbúnaðarpolitikkin hann segði seg vera í holt við at leggja seinastu hond á. Men tá formaður felagsins møtti á fundi, slapp hann ikki at síggja nakað ítøkiligt uppskot. Ikki fyrr enn lógarpakkin bleiv sendur í almenna hoyring, slapp landbúnaðarvinnan – sum allur lógarpakkin snýr seg um – at síggja uppskotini. Ein slíkur arbeiðsháttur hoyrir ikki heima í einum framkomnum samfelag. Kortini er veruleikin tann, at landsstýrismaðurin tilvitað hevur sett landbúnaðarvinnuna fulkomuliga uttanfyri ávirkan í allari tilgongdini.
Tað sigur seg sjálvt, at tað er ógjørligt hjá Bóndafelag Føroya at seta seg inn í eitt slíkt umfatandi lógarverk og avleiðingarnar av tí, uppá einans 4 vikur. Tí er eisini ógjørligt hjá felagnum at gera ítøkiligar viðmerkingar til lógarpakkan. Tó skal vísast á, at landsstýrismaðurin hevur sníkt inn í tekstin, at øll festijørð framyvir skal matrikulerast til Føroya Landsstýri. Hesum mótmælir bóndafelagið staðiliga. Jørðin er festijørð, og eigur sjálvandi at vera skrásett undir hesum heitinum.
Bóndafelag Føroya skal gera greitt, at um landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur stórar landbúnaðarpolitiskar ætlanir hevði tað sømt seg, at hann hevði lagt upp til samstarv við tey sum frammanundan eru í landbúnaðarvinnuni. Til samanberingar var tilgongdin seinast landbúnaðarlógávan varð broytt merkt av drúgvum fundarvirksemi og konstruktivum samstarvi, hóast ósemjur eisini tá vóru millum partarnar. Men landsstýrismaðurin hevur í staðin valt at arbeiða í loyndum saman við fyrisiting síni, og harvið hevur hann skatt álitið millum landsmyndugleikarnar og landbúnaðarvinnuna almikið. Mælt verður tí til, at hesin landbúnaðarpakkin verður tikin av borðinum, og at landsstýrismaðurin í staðin tekur nøkur konstruktiv stig til at byggja álitið til landbúnaðarvinnuna uppaftur.
Vinarliga
Sigert Patursson
Formaður, Bóndafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald