Eygleiðarar vóru til m.a. hesar partar av venjingini:
- í Torninum á flogvøllinum
- av sløkkiliðnum hjá Vága Floghavn og av øllum luttakandi kommunalu sløkkiliðunum
- av Alarmcentralinum (112) o.a. hjá løgregluni
- av kreppuleiðsluni hjá Vága Floghavn og Atlantic Airways
- av kreppuleiðsluni hjá MRCC og átaksleiðsluni á sjónum umborð á ”Brimli”
- av skaðastaðsleiðsluni og átaksleiðslu fyri heilsuøkið og Sjúkraflutningstænastuna
Eftirmetingin av venjingini er grundað á frágreiðingar frá eygleiðarum, sum eygleiddu flest allar luttakandi eindir í venjingini. Harumframt byggir eftirmetingin á gjøgnumgongd av øllum logføringum, mynda- og videotilfari, radiosamskifti og annað viðkomandi tilfar.
Hetta er ein samandráttur av eftirmetingarfrágreiðingini.
Grundarlag:
Hin 20. september 2022 var stór tilbúgvingarvenjing hjá Vága Floghavn, við meira enn 350 luttakarum frá 20 ymiskum myndugleikum og felagsskapum, harav 62 statistar sum høvdu leiklutin sum ferðafólk og flogmanning. Heitið á venjingini var “SMYRIL 2022”.
Talan er um eina lógarkravda full-skala-venjing, sum skal haldast minst 4. hvørt ár.
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, Løgregluni í Føroyum og Sjúkraflutningstænastuni hava í uml. 1 ár fyrireikað venjingina.
Endamál
Yvirskipaða endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, løgregluni, Sjúkraflutningstænastuni, kommunalu sløkkiliðunum og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.
Vága Floghavn og stýrisbólkurin løgdu eisini til hesa venjingina dent á, at “trýstroyna” fleiri ymiskar skipanir og eindir sum eru partur av føroysku tilbúgvingini, tí ein verulig flogvanlukka av hesi støddini vildi lagt stórt trýst á alla føroysku tilbúgvingina. Ein slík venjing er tí eisini við til at menna og betra um allar partar av føroysku tilbúgvingini.
Mál við venjingini
Stýrisbólkurin og arbeiðsbólkurin viðgjørdu ymisk støð og sløg av venjing, og tók í februar 2022 avgerð um, at hava eina blandaða land-/sjógv venjing, sum skuldi vera uttanfyri flogvallarøkið. Eingin venjing av hesum slagnum og hesi støddini av flogvanlukku hevur verið í Føroyum áður.
Ein slík venjing, úti á almennum øki, setir serliga stór krøv til løgregluna og MRCC/Vørn um samskipan av bjargingingararbeiðinum á landi og sjógvi, umframt til sjúkraflutningstænastuna, heilsuøkið, Vága Floghavn og Sørvágs kommunu og Sørvágs Sløkkilið.
Nøkur av yvirskipaðu málunum við hesi venjingini vóru:
- at venja eina hending við eini flogvanlukku, sum var uttanfyri flogvallarøkið,
- at venja eina samansetta land/sjógv venjing,
- at venja kreppuleiðslu og átaksleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Sjúkraflutningstænastuni, MRCC/Vørn og kommunalu sløkkiliðunum
- at venja tvørfakligt samstarv millum fleiri luttakandi kreppuleiðslur og átakseindir,
- at venja leiklutin hjá heimstaðarkommununi fyri flogvøllin (Sørvágs kommuna) í mun til kommunalu tilbúgvingina
- at royna tvørfakligu samskiftisskipanina KIMA á átaksleiðarastigi
Innihaldið í venjingini
Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 122 ferðafólkum og manning umborð, misti flogið og endaði partvíst á landi og partvíst á sjónum við Bíggjarvegin í Sørvági.
Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, MRCC, “Brimli”, Atlantic Airways og hjá Torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum fevndi venjingin um eldsløkking, bráfeingis skaðaviðgerð á skaðastaðnum, sjúkraflutning, leiting eftir fólkum á sjógvi og landi við fólki, kavarum og bátum, skráseting av fólkum, umframt fyribyrging av dálking frá eini slíkari vanlukku, og fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar. Eisini var vant í at stongja flogvøllin fyri flogferðslu, at umleggja flogferðslu og at enda at lata flogvøllin uppaftur fyri flogferðslu.
Kreppuleiðslan hjá Vága Floghavn vandi harumframt almenna kunning gjøgnum Public Service tænastuna hjá KvF undan venjingini, og gjøgnum beinleiðis tíðindasamrøður og fyrireiking av tíðindaskrivi í samráð við løgregluna meðan venjingin var í gongd.
Harumframt vandi kreppuleiðslan viðurskifti sum hava við trygging av próvtilfari at gera, umframt fráboðanir til loftferðslumyndugleikar og Havarikommisionen og aðrar viðkomandi myndugleikar.
Kort yvir venjingarøkið
Luttakandi partarnir í venjingini vóru:
- Vága Floghavn og Naviair í Torninum
- Atlantic Airways og Tyrlutænastan
- Løgreglan
- Vørn/MRCC og “Brimil”
- Arktisk kommando og “Vædderen”
- “Rescue Sverri” og Rescue Ivan”
- Landssjúkrahúsið/Sjúkraflutningstænastan
- Sørvágs kommuna og Sørvágs Sløkkilið,
- Vága Sløkkilið, Vestmanna Sløkkilið og Kvívíkar Sløkkilið
- Vága Bjargingarfelag og hjálparfólk frá Eiðis Bjargingarfelag
- Zarepta
Eftirmeting
Í mun til yvirskipaðu málini við venjingini, vísa frágreiðingarnar frá eygleiðarunum og sjálv eftirmetingin m.a. á
- at hendan venjingina við eini flogvanlukku uttanfyri flogvallarøkið, var sera umfatandi og strekti seg yvir eitt stórt øki,
- at allar átakseindirnar og átaksfólkini til fulnar vórðu roynd við uppgávum innan eitt nú eldsløkking, bráfeingis skaðaviðgerð á skaðastaðnum og á uppsavningarstøðum, sjúkraflutning, leiting eftir og skráseting av fólkum á landi, umfatandi leitingararbeiði hjá kavarunum á einum stórum øki, sum eydnaðist avbera væl, handfaring av dálkingarvanda frá eini slíkari vanlukku, og hópin av øðrum uppgávum
- at samskipanin millum kreppuleiðsluna hjá løgregluni, MRCC, Vága Floghavn og Atlantic Airways virkaði væl, og at tvørfakliga samskipanin millum átaksleiðslurnar á landi og á sjógvi virkaði væl,
- at tvørfakliga samstarvið í sambandi við skaðastaðsviðgerðina og flutningsuppgávurnar hjá heilsustarvsfólkum og á savningarstøðunum riggaði væl
- at nøktandi umstøður vóru tøkar til vælvirkandi savningarstøð í bygdini, á sjónum og á Zarepta
- at tvørfakliga samskiftisskipanin KIMA hevur ymsar nýggjar møguleikar fyri samskifti við talu, myndum og á annan hátt, sum var sera virðismikið fyri at geva kreppuleiðslum, átaksleiðslum og øðrum myndugleikum yvirlit yvir skaðastøðini og gongdina við átaksarbeiðinum
Sum heild vóru bæði eygleiðarar og luttakandi eindirnar sera væl nøgdar við venjingina, sum hesi brotini úr nøkrum eygleiðarafrágreiðingum geva eina ábending um:
“Fyrst er at siga, at venjingin var sera umfatandi og strekti seg yvir eitt stórt øki. Somuleiðis var hon sera væl fyriskipað. Uttan iva tann besta venjingin eg havi verið við til. Hetta, tí allir partar í venjingini høvdu fullar hendur gjøgnum alla venjingina.”
”Her er mine betragtninger fra den fantastiske øvelse I havde lavet. Det er en fornøjelse, at I både vil og tør teste hele systemet på den måde.”
Tilmæli
Frágreiðingarnar frá eygleiðarum og luttakandi eindunum í venjingini góvu eisini eina góða mynd av, hvørji økir eiga og kunnu mennast enn meira, fyri at lyfta føroysku tilbúgvingina á eitt enn hægri stig.
Felags tilmælini grundað á venjingina “SMYRIL 2022”, sum eru galdandi fyri allar átakseindirnar, eru hesi:
- Samskifti:
Samskiftisskipanin KIMA er tikin í nýtslu hjá løgregluni, heilsuøkinum og hjá einstøkum kommunalum tilbúgvingum.
Uttan mun til hvør skipan verður brúkt framyvir verður mett neyðugt, at allar tilbúgvingareindir nýta eins samskiftisskipan og útgerð.
- Venjingar:
Mælt verður til, at tað framyvir verður hildin í minsta lagi ein árlig, tvørfaklig ”tabletop”-venjing millum full-skala-venjingarnar, sum vanliga eru uml. 4. hvørt ár
- Millumgongufólk (“Forbindelsesofficerer”):
Mælt verður til, at allar tilbúgvingareindir hava viðkomandi starvsfólk at senda til aðrar eindir/kreppuleiðslur, at luttaka sum millumgongufólk, herundir hjá løgregluni, Vága Floghavn, heilsuøkinum, kommunalu tilbúgvingunum o.fl.
- Útbúgvingar og viðlíkahaldsútbúgvingar:
Mælt verður til, at viðkomandi starvsfólk innan løgregluna, sløkkiliðsøkið og heilsuøkið regluliga verða útbúgvin innan átaksuppgávur á skaðastøðum, herundir innan tvørfakligt samstarv og persónlig trygdarviðurskifti.
Umframt omanfyri standandi felags tilmæli fyri allar átakseindirnar, eru í eftirmetingini eisini gjørd meira málrættað og ítøkilig tilmæli, sum ymisku luttakandi tilbúgvingareindirnar hava møguleika at brúka í fyrireikingunum til aðrar komandi stórar venjingar.
Harumframt hevur leiðslan hjá Vága Floghavn, saman við løgregluni, tikið avgerð um at taka viðurskifti í sambandi við almenna kunning gjøgnum “public service” miðlar upp, í sambandi við slíkar stórar vanlukkur. Bæði tí at slíkar vanlukkur kunnu raka sera breitt í Føroyum, og tí at vanlukkur av hesum slag eisini vekja stóran ans hjá føroyskum og altjóða miðlum.
Takksom hjá Vága Floghavn
Vit hjá Vága Floghavn eru sera takksom fyri stóru hjálpina, sum allir luttakarar veittu í samband við venjingina, og ikki minst frá statistunum, sum dugdu at gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.
Eisini vil Vága Floghavn takka Kringvarpi Føroya, Landsverki og Sørvágs kommunu fyri hjálp í sambandi við at skapa karmarnar, soleiðis at venjingin kundi haldast undir tryggum kørmum fyri bæði bygdarfólk, luttakarar og virkir innanfyri venjingarøkið.
Vegna stýrisbólkin Vegna arbeiðsbólkin
Jákup Egholm Hansen, Airport Manager, Vága Floghavn Jákup Haraldsen, Sløkkiliðsleiðari, Vága Floghavn
Steen Nørskov, Chefpolitiinspektørur fyri Føroya Politi Martin Berg, OPA-deildin, Føroya Politi
Elin Jensen, Yvirlækni á Bráðdeplinum, Landssjúkrahúsið Hallgrím Hansen, OPA-deildin, Føroya Politi
Jákup Nolsøe, Tilbúgvingarráðgevi, Sjúkraflutningstænastan
Vegna P/F Vága Floghavn
Regin I. Jakobsen
stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald