Politikkur

Støðugur fólkavøkstur, fyrsta burðaravlop síðan 2016 og vøkstur í skattainntøkunum

--

Mynd: Leivur Nygaard

Mynd: Leivur Nygaard

2022-01-05 16:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Nú árið 2021 er farið aftur um, hava vit hugt at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum og er tað sera positivur lesnaður fyri Tvøroyrar kommunu.

31. desember 2021 búðu 1770 borgarar á Tvøroyri, í mun til 1744 1. januar sama ár. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 26 borgarar, ella 1,49%. Vøkstur hevur verið síðan 31. desember 2019, tá 1707 borgarar vóru á Tvøroyri, svarandi til 63 fólk.

Sammeta vit við fólkatalið 31. desember 2015, so eru vit vorðin heili 79 fleiri borgarar, tí tá búðu 1691 fólk í kommununi.

Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja fólkatølini soleiðis út (1. januar 2021 / 31. desember 2021)

Fámjin, 86/84 = -2,33%

Hov, 97/102 = +5,15%

Hvalba, 669/679 = +1,49%

Porkeri, 319/317 = -0,63%

Sumba, 350/356 = +1,71%

Tvøroyri, 1744/1770 = +1,49%

Vágur, 1389/1380 = -0,65%


Burðaravlop fyri fyrstu ferð síðan 2016

Eitt annað, ið avgjørt er at gleða seg um, er at vit seinasta árið hava havt eitt burðaravlop á 6. 14 eru farin og 20 eru fødd.

Ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at hilnast, men ábendingar eru um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, tí á fólkayvirlitinum eru tey vitandi um fleiri, ið hava ætlanir um at seta búgv í kommununi.


Vøkstur í skattainntøkunum

Tað sæst eisini aftur í skattainntøkunum, at fólkavøkstur er í kommununi. Seinastu tølini frá Taks til kommununar fyri 2021 samanlagt vísa, at Tvøroyrar kommuna hevur havt ein vøkstur í skattainntøkunum, svarandi til 3,53% - svarandi til 2,26 milliónir.

Avbjóðingar á barnaansingarøkinum

Tá burðaravlop er og barnafamiljur flyta til, so kann hetta geva avbjóðingar á barnaansingarøkinum og er tað eisini støðan í dag, sigur Kari Petersen, leiðari á ansingarøkinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Vit hava áður havt grein um at plásstrot var í barnagarðinum Mýrifípan og at útibarnagarðurin tí mátti flyta í onnur høli. Sí http://ww.tvk.fo/content.asp?sid=5651&id=2 Nú er útibarnagarðurin fluttur og uml. 25 børn hava sína dagligu gongd har. Nýggj vøggustova er tískil tikin í nýtslu í Mýrifípuni og 12 børn byrja har, frá nú av og fram til mai – alt børn fødd her á staðnum. Kari sigur, at eftirspurningurin á ansingarplássi er framvegis vaksandi. Fleiri børn eru í kommununi, ið enn ikki eru uppskrivaði, men tað væntar Kari fer at koma so við og við ígjøgnum árið.

Sigast má, at síðan nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu, hevur tað veruliga sett gongd á tilfyting av barnafamiljum til kommununa og er tað at fegnast um.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder