Politikkur

Støðan í Føroyum er góð

Nú vit fara undir seinastu tingsetuna í hesum valskeiði, kunnu vit gera støðuna upp.

2022-08-02 19:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Útflutningurin setir met. Seinasta árið til juni 2022 útfluttu vit fyri 11,2 milliardir krónur.

- Innflutningurin setir tó eisini met og var 10,7 mia. kr. síðstu 12 mánaðirnar til juni 2022. Sostatt hava vit framvegis avlop á handilsjavnanum uppá hálva milliard krónur árliga.

- Inntøkur landskassans beinleiðis frá føroysku vinnuni í ár fer at seta øll met. Framrokningar vísa, at bara alivinnan í ár fer at gjalda einar 600 mill. kr. í landskassan, meðan inntøkurnar frá avgjøldum á fiskatilfeingi eisini vóru munandi hægri fyrra hálvár í ár – heili 27% hægri enn í fjør.

- Inntøkur landskassans eru soleiðis met høgar í ár. Í landsskatti rindaði føroyski skattgjaldarin 1,2 mia. kr. fyrra hálvár 2022, sum er 8% hægri enn somu tíð í fjør. MVG-inntøkurnar vóru heili 20% hægri fyrra hálvár í mun til í fjør.

- At vit rinda meira í skatti hongur sjálvandi saman við, at vit forvinna meira pening. Sostatt vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni, at lønarútgjaldingarnar seinastu 12 mánaðirnar fram til juni í ár vuksu við heili 5%. Í fiski- og alivinnuni var vøksturin heili 11%, meðan ferðavinnan hevði eina framgongd uppá 30%.

- Arbeiðsloysið hevur ongantíð verið so lágt sum nú. Sambært Hagstovuni eru bert 265 fulltíðar arbeiðsleys ella 0,9% av arbeiðsstyrkini.

- Fólkatalið í Føroyum hevur ongantíð verið størri. Í dag búgva omanfyri 54.000 fólk í Føroyum.

Hvørjar eru so orsakirnar til, at tað gongur so væl í Føroyum?

Eg eri ikki í iva. Orsøkin er, at vit seinastu 3 árini hava havt eina stabila borgarliga samgongu, sum hevur sett fleiri neyðugar nýskipanir í verk.

Avleiðingin av hesum er, at føroyska vinnulívið hevur kent neyðuga tryggleikan at gera íløgur í Føroyum.

Vinnuligu íløgurnar í Føroyum hava ongantíð verið nær námind av teimum íløgum, sum føroyska vinnan hevur gjørt seinastu 3 árini. Hesar produktivu íløgur eru avgerandi fyri framhaldandi framburði í Føroyum.

Serliga stóran týdning hevur hetta í eini altjóða støðu við høgari inflasjón, búskaparligari afturgongd og geopolitiskum ótryggleika.

Seinastu tíðina hava vit verið rakt av prísvøkstri og hægri rentu. Landsstýrið ætlar at hjálpa teimum harðast raktu við einum fíggjarligum ískoyti.

Umframt málrættaðu hjálpina til tey sum eru harðast rakt eiga vit eisini í hesi tingsetu at endurskoða skattaskipan okkara við tí greiða endamálið at veita ein inntøkuskattalætta, har tær lægst løntu inntøkurnar skulu fáa størsta skattalættan.

Hetta stendur eisini beinleiðis í okkara samgonguskjali.

Tá tað eru kommunurnar, sum nú krevja bróðurpartin av lønarskattinum hjá lágu inntøkunum, eigur Landsstýrið at samskipa ein skattalætta við kommunala geiranum.

Lægri lønarskattur krevur fígging, soleiðis at mistu inntøkur landskassans koma inn aðrastaðni frá.

Her eiga land og kommunur at semjast um reguleringar í verandi brúkara- og tænastugjøldum, so gjøldini røkka til missin í skattainntøkunum.

Í hesi tilgongdini eiga bæði land og kommunur at seta sær fyri at effektivisera raksturin, so inntøkurnar røkka betri.

Fyribils hjálparpakki og síðani lægri skattur fer beinanvegin at lætta um hjá teimum, sum eru harðast rakt av aktuella prísvøkstrinum, serliga teimum sum nýliga hava sett búgv.

Eg kann her nevna, at framrokningar vísa, at føroyingar í ár fara at rinda 200 mill. kr. meira í skatti til landskassan enn í 2021.

Um vit til dømis brúktu helvtina av hesi upphædd til ein skattalætta til tey lægst løntu, hevði hetta komið sera væl við hjá teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder