Politikkur

Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag er átaluverd og kann als ikki góðtakast.

-

2023-11-01 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

31 Fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava handað landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, soljóðandi skriv:

Til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum           31. oktober 2023

Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag er átaluverd og kann als ikki góðtakast.

Síðani septembersemjuna í 1899 hava vit í Norðurlondum bygt á skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Norðurlendska modellið, ið vit breggja okkum av, er um at fara í sor her í Føroyum av háttinum, Fíggjarmálaráðið hevur skipað samráðingarnar seinastu árini.

Septembersemjan tryggjaði øllum rætt til at skipa seg í feløg við rættindum at samráðast um setanar- og lønarviðurskifti. Afturfyri fekk arbeiðsgevarin leiðslurættin. Sum samráðingarnar nú eru skipaðar, hevur arbeiðsgevarin tikið sær bæði leiðslurættin og rættin at gera av setanar- og lønarviðurskiftini hjá arbeiðstakaranum.

Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í.

Tað er einki rásarúm, tá ið vit seta okkum við samráðingarborðið, tí alt er púra fastlæst. Hetta ger eisini, at køin til samráðingarborðið er long, og at limir okkara í fleiri ár arbeiða eftir einum sáttmála, ið er uppsagdur, og fyri eina løn, ið ikki er dagførd.

 

Vit krevja veruligar samráðingar.

 

Við fakfelagskvøðu

Fakfeløgini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder