Mentan

Stívliga 55.700 fólk búðu í Føroyum 1. august - vøksturin var 1,4 prosent

Stívliga 55.700 fólk búðu í Føroyum 1. august.

2026-09-10 12:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


HAGSTOVAN


Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 769 persónum, ella 1,4 prosentum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var trífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Nærum tríggir fjórðingar av fólkavøkstrinum komu frá nettoflytingini.

Ferð er komin aftur á fólkavøksturin eftir lutfalsliga lítlan vøkstur í góð tvey ár. Fólkatalið vaks við 1,4 prosentum seinasta árið. Í undanfarna tíðarskeiði var árligi vøksturin eitt hálvt prosent. Nettoflytingin átti stóran part av vøkstrinum seinasta árið.


Størri fólkavøkstur 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 206 fólk og einari nettoflyting á 563 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 769 fólk — 516 fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 41 fleiri børn fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 98 í undanfarna tíðarskeiði upp í 563 seinasta árið. Fleiri fluttu til Føroya enn í tíðarskeiðnum frammanundan samstundis sum færri fluttu úr Føroyum. Fráflytingin minkaði mest millum danskar, pólskar og rumenskar ríkisborgarar, meðan tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar. 


Fólkatalið í kommunum og bygdum

aug 2025 – aug 2026



augustmunur

20252026persónar%





Tilsamans54.95755.7267691,4
Eiðis kommuna770783131,7
- Eiði69470281,2
- Ljósá323426,3
- Svínáir444736,8
Eysturkommuna2.3042.354502,2
- Gøtugjógv46561021,7
- Leirvík1.0571.073161,5
- Norðragøta654668142,1
- Skálafjørður, Eysturkommuna5500,0
- Syðrugøta511521102,0
- Undir Gøtueiði313100,0
Fámjins kommuna7271-1-1,4
- Fámjin7271-1-1,4
Fuglafjarðar kommuna1.6441.636-8-0,5
- Fuglafjørður1.6341.623-11-0,7
- Hellurnar1013330,0
Fugloyar kommuna484800,0
- Hattarvík181800,0
- Kirkja303000,0
Hovs kommuna10710810,9
- Hov10710810,9
Húsavíkar kommuna11211310,9
- Dalur394012,6
- Húsavík646400,0
- Skarvanes9900,0
Hvalbiar kommuna628639111,8
- Hvalba56257191,6
- Sandvík666823,0
Hvannasunds kommuna43043000,0
- Depil5500,0
- Hvannasund264277134,9
- Múli022-
- Norðdepil160144-16-10,0
- Norðtoftir121100,0
Klaksvíkar kommuna5.5185.595771,4
- Ánirnar556059,1
- Árnafjørður636300,0
- Húsar4241-1-2,4
- Klaksvík5.1325.215831,6
- Mikladalur2723-4-14,8
- Norðoyri14414400,0
- Svínoy3129-2-6,5
- Syðradalur, Kalsoy9900,0
- Trøllanes1511-4-26,7
Kunoyar kommuna151143-8-5,3
- Haraldssund6959-10-14,5
- Kunoy828422,4
Kvívíkar kommuna61361300,0
- Kvívík397390-7-1,8
- Leynar11912675,9
- Skælingur131300,0
- Stykkið404000,0
- Válur444400,0
Nes kommuna1.6021.645432,7
- Nes, Eysturoy369382133,5
- Saltnes163160-3-1,8
- Toftir1.0701.103333,1
Porkeris kommuna328326-2-0,6
- Porkeri328326-2-0,6
Runavíkar kommuna4.4344.5481142,6
- Elduvík121200,0
- Funningsfjørður596458,5
- Funningur424424,8
- Glyvrar468482143,0
- Lamba15815910,6
- Lambareiði121318,3
- Oyndarfjørður130116-14-10,8
- Rituvík354341-13-3,7
- Runavík56856910,2
- Saltangará1.2321.302705,7
- Skála79480170,9
- Skálafjørður, Runavíkar kommuna134131-3-2,2
- Skipanes545511,9
- Søldarfjørður328356288,5
- Æðuvík891031415,7
Sands kommuna545564193,5
- Sandur545564193,5
Sjóvar kommuna1.2691.346776,1
- Innan Glyvur808000,0
- Kolbeinagjógv2825-3-10,7
- Morskranes1924526,3
- Selatrað3936-3-7,7
- Strendur1.1031.181787,1
Skálavíkar kommuna1581771912,0
- Skálavík1581771912,0
Skopunar kommuna481478-3-0,6
- Skopun481478-3-0,6
Skúvoyar kommuna353500,0
- Skúgvoy303000,0
- Stóra Dímun5500,0
Sumbiar kommuna33133430,9
- Akrar111100,0
- Lopra808111,3
- Sumba24024220,8
- Víkarbyrgi000-
Sunda kommuna1.7931.828352,0
- Gjógv181915,6
- Haldórsvík120114-6-5,0
- Hósvík325339144,3
- Hvalvík25225420,8
- Langasandur424312,4
- Nesvík000-
- Norðskáli31431620,6
- Oyrarbakki15716585,1
- Oyri180195158,3
- Saksun131417,7
- Streymnes328327-1-0,3
- Tjørnuvík4442-2-4,5
Sørvágs kommuna1.2561.26480,6
- Bøur697234,3
- Gásadalur151500,0
- Mykines131417,7
- Sørvágur1.1591.16340,3
Tórshavnar kommuna23.48723.8283411,5
- Argir2.5612.6921315,1
- Hestur141400,0
- Hoyvík4.7064.749430,9
- Hvítanes10896-12-11,1
- Kaldbak252241-11-4,4
- Kaldbaksbotnur7700,0
- Kirkjubøur737968,2
- Kollafjørður82082220,2
- Koltur000-
- Mjørkadalur000-
- Norðradalur9900,0
- Nólsoy21922231,4
- Oyrareingir383912,6
- Signabøur150148-2-1,3
- Sund1100,0
- Syðradalur, Streymoy811337,5
- Tórshavn14.25014.4351851,3
- Velbastaður271263-8-3,0
Tvøroyrar kommuna1.7351.699-36-2,1
- Froðba25725700,0
- Trongisvágur527519-8-1,5
- Tvøroyri867851-16-1,8
- Ørðavík252728,0
- Ørðavíkslíð5945-14-23,7
Vága kommuna2.1912.202110,5
- Miðvágur1.1281.140121,1
- Sandavágur1.0201.018-2-0,2
- Vatnsoyrar434412,3
Vágs kommuna1.3281.325-3-0,2
- Vágur1.3281.325-3-0,2
Vestmanna kommuna1.2621.26200,0
- Vestmanna1.2621.26200,0
Viðareiðis kommuna32533272,2
- Viðareiði32533272,2







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder