Ítróttur

Steypafinaluvikuskifti fyri yngri - Tíðindaskriv frá FBF

.

2025-02-06 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Finaluvikuskifti á Sandi fyri framman! 


Nú skulu steypavinnarirnir í BÓNUSkappingini fyri YNGRI finnast!

Steypafinalurnar í BÓNUS kappingini fyri yngru leikarar verða í Høllini inni í Dal á Sandi Leygardagin 08. og Sunnudagin 09. Februar!


Feløgini, sum verða umboðaði í finalunum fyri yngru leikarar eru  TB, SÍ, ÍF, Mjølnir, Ternan og Fleyr. Hetta er ein stórur dagur fyri okkara ungu flogbóltsleikarar og vóna vit, at nógv viðhaldsfólk koma at stuðla leikarunum á teirra stóra degi.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.

Prísurin er 60 kr. Tó er ókeypis atgongd fyri 16 ára gomul og yngri.

Finalurnar á Sandi verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi.

Nú áðrenn høllin við Tjarnir letur upp, er høllin á Sandi best egnaða flogbóltshøllin í landinum. Talan er um eina kategori 4 høll eftir mátistokkinum hjá FIVB.


Flogbóltsamband Føroya 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder