Politikkur

Steffan: - Eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur

- Eg havi ilt við at fara so langt

2023-06-01 19:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sigur Steffan Klein Poulsen í viðmerking um útmeldingina frá Landsstýrinum í dag.

Tað mest etiska vit menniskju kunnu gera, er at steðga sjálvum krígnum ímillum Russland og Ukraina.

Tað allar mest etiska hevði verið, at steðga krígnum áðrenn tað breyt út.

Møguliga vit (vesturheimurin) kroystu Russland ov langt upp í ein krók, sum harvið fekk teir at sláa frá sær og meira enn tað... Var tað nóg gjøgnum hugsa av okkum? Var tað rætta loysnin? Skuldu vit ikki verið meira diplomatisk móti russum? Eg havi ikki fullkomna svarið og tað er eisini lætt at verða bakklókur.

Hetta russiska álopskríggi kann á ongan forsvarast, men brennandi spurningurin er, hvussu vit nú, tá vit hyggja frameftir, fáa steðga tí á bestan hátt. Hvussu skulu vit handla frameftir, fyri at fáa hesa ógvisligu og ómenniskjaligu konfliktina at trappa niður. Myndirnar úr Ukraina tala fyri seg...

Í tí lovaða landinum, har eg eri staddur beint nú, havi eg frætt, at Ísrael liggur sum ein lús ímillum tvær negl og roynir at verða diplomat ímillum Ukraina og Russland (russarar eru t.d. ein hjálp hjá Ísrael tá tað kemur til luftverju og annars eru jødar í báðum londum). Teir fordøma sjálvandi álopið hjá russum, men Ísraelar hava valt diplomatisku linjuna og gera sítt fyri at skapa frið (teir vóru í øllum førum avmarkaðar við sanktiónum av fyrstan tíð).

Norra hevur valt at forseta við fiskivinnusamstarvinum, tó við herdum eftirlitið, orsaka av teirra støðu í Barentshavinum saman við russum.

Vit føroyingar skulu leypandi taka okkara egnu avgerðir.

Persónliga síggi eg ikki so svart-hvítt uppá málið, sum fleiri onnur gera. Eg eri ikki sannførdur um, at hetta er rætta loysnin, sum landsstýrið meldaði út í dag. Eg haldi eitt nú, at vit kundu forboðið landing av kongafiski, sum russarar fiska “ólógliga” og annars hert eftirlitið við russum. Hetta seinna kann gerast á fleiri hættir.

Eg haldi at landsstýrið fer ov langt við sínum tiltøkum og eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur.

Eg havi ilt við at fara so langt, har vit møguliga koma til at kvetta eitt samstarv av, sum snýr seg um matvørur.

---


Sum sagt, so eri eg í Ísrael í løtuni. Hendan myndin er tikin inni í Knesset. Hetta eru fá sekundir áðrenn eg fekk orðið og slapp at bera eina heilsu frá Føroysku delagatiónini, í samband við Jerusalem Prayer Breakfest 2023, har nógvir politikarar, vinnulívsfólk og onnur góð fólk eru samlaði. Røðan verður lagt út seinni.

Vinarliga

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder