Lýsing

Starvsfólk til deildina í Miðvági

Brennur tú fyri at veita eina góða kundauppliving? Raðfestir tú høga góðsku og at samskifta við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

2022-01-13 19:15 Author image
-
placeholder

Til deildina í Miðvági sóknast vit eftir einum ráðgeva til at styrkja dagliga arbeiðið á deildini. Talan er um kundarøkt av kundabólki, og uppgávurnar kunnu vera nógvar og ymiskar.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:

  • Ábyrgd av egnum kundabólki
  • Kundaráðgeving
  • Kredittmeting
  • Hjálpa kundum við netbanka o.ø.
  • Aðrar uppgávur

Um teg

Í Betri Banka seta vit kundan í miðdepilin, so tað hevur týdning, at tú trívist við at vegleiða og hjálpa kundum okkara. Tú dugir væl at samskifta, ert álítandi, fyrikomandi og uppsøkjandi, og ert positiv/ur av lyndi. 

Fakligir førleikar

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur peningastovnsútbúgving ella hevur viðkomandi royndir úr peningastovni.  

Hevur tú ikki tað, so kann tað sum frá líður vera ein møguleiki at taka peningastovnsútbúgving.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.

Áhugað kunnu seta seg í samband við Sjúrð Poulsen, leiðara á deildini í Miðvági, á tlf. 548420, ella Beintu Wilhelm, HR leiðara, á tlf. 548224.  

Skrivligar umsóknir skulu sendast til [email protected] og verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. januar 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder