Politikkur

Spyr um liðugt viðgjørd fólk á føroysku sjúkrahúsunum

.

2024-04-30 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Hvussu nógvir persónar liggja á føroyskum sjúkrahúsum, sum eru liðugt viðgjørdir, men sum kortini ikki verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaðuri fyri Sambandsflokkin, hava at vita, og tí hevur hann sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, ein § 52a fyrispurning um tað. 


Tingmaðurin spyr eisini, um talið av liðugtviðgjørdum persónum í sjúkrahúsverkinum er vaksandi, og hvørja ávirkan hesir persónar hava á møguleikarnar hjá øðrum at sleppa framat viðgerðum. Helgi Abrahamsen spyr eisini landsstýriskvinnuna, hvør hevur ábyrgdina av hesum persónunum, og hvat verður gjørt, fyri at loysa henda trupulleikan. 


Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at seinastu tíðina hevur ljóðað í fjølmiðlunum, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, verða liggjandi á sjúkrahúsunum, tí teir hava ongastaðni at fara. 


”Sum skilst er talan um nógvar persónar, sum av eini ella aðrari orsøk koma í klemmu í skipanini,» sigur hann. 


Margit Stórá, landsstýriskvinna, skal svara spurninginum í seinasta lagi tann 10. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder