Verður alt søguliga tilfarið hjá Kringvarpinum goymt í sama húsi, soleiðis at alt hvørvur, um til dømis eldur skuldi komið í? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, at svara í einum § 52a fyrispurningi.
Helgi Abrahamsen vísir á, at seinnu árini er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum.
“Tá slíkt arbeiði er gjørt er vanligt, at talgilda tilfarið verður goymt á fleiri servarum, sum ikki standa í sama bygningi. Hetta skal tryggja, at um ein servari verður raktur av eini ella aðrari hending, so er tilfarið framvegis varðveitt á einum øðrum servara,” sigur hann.
Hann spyr tí, hvar talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum verður goymt, hvar upprunaligu bondini verða goymd, og hvussu tryggjað verður, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt óhapp skuldi hent? Eisini spyr løgtingsmaðurin, um landsstýriskvinnan metir, at tilfarið er forsvarliga goymt - og um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?
Landsstýriskvinnan skal svara spurningunum í seinasta lagi tann 16. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald