Annað

Springararnir ferðast hvør sína leið

Teir báðir springararnir, ið enn senda frá merkingini í Fuglafirði fyri góðum tveimum vikum síðani, ferðast hvør sína leið.

2023-06-29 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Annar springarin er nú staddur suður av Íslandsrygginum, nakað miðskeiðis millum Føroyar og Ísland. Leiðin higar gekk fram við Rosemary-banka, suður um Ytstabanka og nakað vestur í dýpið, áðrenn hann vendi norðureftir aftur.

Hin springarin hevur seinastu dagarnar verið støðufastur í Wyville Thomson dýpinum, suður av Munkagrunninum, og hevur ferðast nakað aftur og fram vestur móti Føroya Banka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder