Politikkur

Spottari kemur í spottarans stað

Hvussu ofta hoyra vit ikki tær borgarligu røddirnar, teirra reyp um, at tað bert er teirra politikkur, ið borgar fyri búskapaligum stabiliteti, meðan vinstravendu flokkarnir ikki hava hóming av at føra skynsaman búskaparpolitikk? 

2022-03-12 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú sitandi samgonga hevur lagt sína triðu fíggjarlóg fram, hava útreiðslurnar runnið út úr landskassanum sum ein áarfossur.

Í helst allar bestu búskaparligu árum í politiskari søgu Føroya nakrantíð, har arbeiði hevur verið til allar hendur.

Við at selja út av landsins ognum, partabrøv hjá Tjaldur og Norrønu, og øðrum talpynti fekk fíggjarmálaráðharrin konstruerað eitt lítið yvirskot á fíggjarlógini. Men so kom Hagstova Føroya/Búskaparráðið við eini lemjandi niðurstøðu í síni ársfrágreiðing um fíggjarligu støðu landskassans og spilti spælið. Sminkaða fíggjarlógin bleiv pettað sundur, og í staðin fyri yvirskotið vísir myndin nú eitt undirskot upp á umleið 150 milliónir krónur. 

Búskaparráðið legði eisini dent á vandan við, at onki verður lagt upp fyri at fíggja pensijónsøkið fram eftir, sjálvt um talið av pensjonistum veksur ógvusliga tey næstu árini.

So við Sambandsflokkinum hangandi undir skjúrtuvelinum, er Fólkaflokkurin blivin ein beinleiðis vandamikil flokkur. Við at forskatta pensjónirnar og brúka skattin nú, sum skuldi komið landskassanum og framtíðar pensjonistum til góðar, so hevur henda øra løtuvinningsskipan Fólkafloksins ta avleiðing, at ein milliard, túsind milliónir krónur, verða  stolnar frá framtíðar pensionistum fyri hvørji fýra ár. 
Við ti Fólkaflokspolitikki, ið hevur verið og í løtuni verður førdur, so hava vit einki samhaldsfast samfelag í framtíðini. Men sum fremsti láturverji Fólkafloksins eigur Sambandsflokkurin eisini sín stóra lut í hesum. 

At brigda andstøðuflokkunum, at teir ikki fylla í tað fíggjarliga holið, ið borgarliga samgongan einsæris gjørdi, og tað ránið, hon framdi ímóti framtíðar pensjonistum, er at lata Jørgen og Bárð sleppa alt ov væl við teirra ábyrgdaleysa politikki.

Frank Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder