Úr 07 Vestur blaðnum: Fyri at fáa undantaksloyvi, lat Sørvágs Kommuna 300 sitipláss byggja, og hendan vælvild frá kommununi er orsøkin til, at Betrideildarliðið hjá 07 Vestur, sum annars dekkar alla Vág- oynna, endaði við at hava heimavøll í Sørvági. Sum sagt er hetta longu langt síðani, og hesi sitiplássini eru við tíðini minkað niður í helvt. Og hetta undan- taksloyvið, sum tá í tíðini var givið,
hevur hingið við líka til í ár. Nú hevur FSF tó gjørt nýggja kunngerð um leik- vallir, har sagt verður, at áður givin undantaksloyvir ikki kunnu væntast at verða endurnýggjað, og at feløg sum ikki høvdu góðkendan leikvøll undan kappingarbyrjan í 2022, beinanvegin skulu legga skrivliga ætlan fyri fótbólt- sambandið, um nær viðurskiftini vænt- andi koma í rætt lag. Harafturat er ein síðsta freist sett til kappingarbyrjan í 2024, at fáa vøllin góðkendan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald