Politikkur

Spennandi verkætlan á Sevmýri

Seinastu tíðina hava fólk sæð lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri. Nøkur hava kanska hug til at ilskast yvir tungu ferðsluna í økinum, meðan onnur eru meira forvitin eftir at vita hvat hendir við økinum, ið so nógv hava góð minnir frá.

2024-03-15 18:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fjør keypti MTV Byggivirkið vøllin og økið har gamla TB-húsið stendur. Frá byrjan av hevði fyritøkan ætlanir við økinum og nú eru ætlanirnar komnar enn tættari upp á at gerast veruleiku.

Spurdur, sigur Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, at ætlanin er, at Sevmýri skal gerast ein partur av býnum, ið fólk fara at hava hug til at vitja aftur. Farin er tíðin, tá fólk fylktust í økinum, til fótbóltsdyst og síðan tá hevur lítið og einki lív verið á har.

Er tað upp til Mortan, so skal hetta broytast komandi árini. “Vit hava stórar ætlanir við økinum, tað er eingin loyna. Tó, skulu vit gera ætlanirnar til veruleika, so krevjast bæði neyðug loyvi og einsi vælvild frá landsins myndugleikum”, sigur Mortan.

“Ætlanin er at gera ein eftirskúla í eystara enda av vøllinum, við øllum tí, ið krevst til ein eftirskúla. Miðskeiðis á vøllinum ætla vit, við vælvilja frá myndugleikunum, at byggja eitt næmingaheim, ið eitt nú kann hýsa næmingum á Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Í vestara enda er so ætlanin at hava umstøður til fólk við kampingvogni – hetta er nakað, ið veruliga manglar”, sigur stjórin í MTV Byggivirkið.

“Tað, ið kanska er mest spennandi, er, at mitt á gamla vøllinum ætla vit at gera eina tjørn. Ein tjørn var her áðrenn vøllurin kom og í ein ávísan mun ætla vit at endurskapa hana. Vónin er, at lív kemur í vatnið og at vatnið fer at tiltrekkja fugl av ymsum slag. Ynskið er eisini, at fólk fara at vitja økið og njóta umstøðurnar. Saman við gongugøtuni niðan í eitt nú Støðlarnar og stuttu frástøðuni til Froðbiar, so verður hetta eitt fantastiskt øki at uppihalda sær í. Beint við hevur Skógrøkt Landsins eisini plantað eina rúgvu av trøum, so í framtíðini verður Sevmýri nakað heilt annað”, leggur hann afturat.

Spurdur um, hvat ætlanin er við gamla TB-húsinum, so sigur Mortan, at har er ætlanin at gera ein skrivstovubygning og longu nú er áhugi fyri hesum, frá fyritøkum.

“Sjálvandi stendur og fellur alt við, at neyðugu loyvini fáast til vega”, leggur Mortan afturat, til seinast.

Av sonnum spennandi tíðir fyri framman hjá MTV Byggivirkið, Sevmýrisjingum og borgarum í Tvøroyrar kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder