Politikkur

Spekulatión í bústøðum kann hava álvarsligar samfelagsligar avleiðingar

Vit mugu tryggja, at bústaðir fyrst og fremst verða nýttir sum heim, tí spekulasjónskeyp og stutttíðarútleigan forða vanliga føroyinginum í at seta búgv.

2025-09-04 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men manglandi upplýsingar um okkara bústaðarmarknað hevur við sær, at vit hava ikki nóg sterkt grundarlag at taka støðu útfrá.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Hans Jacob Thomsen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um hvussu nógvar vinnuligar bústaðareindir eru.

Hans Jacob hevur víst á, at samstundis sum vit hava bústaðarneyð í Føroyum, eru  bústaðareindir vorðnar spekulasjónsobjekt  fyri einstaklingar og fyritøkur

Fleiri bústaðir standa tómir ella verða leigaðar út í stutttíðarleigu til útlendsk ferðafólk, heldur enn at vera heim fyri føroyingar.

Spekulasjón merkir hægri prísir

Spekulasjónin ger, at prísurin hækkar, og harvið gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð.

Í svarinum sigur landsstýriskvinnan, at einki eftirfarandi yvirlit yvir bústaðarmarknaðin finst og hon er sinnað at taka stig til at fáa eitt slíkt til vega.

Margit Stórá heldur, at øll eiga at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst og fremst tæna, sum heim hjá fólki, heldur enn sum gistingarhús ella sum spekulatiónsíløgur.

At hava eitt eftirfarandi yvirlit yvir bústaðarmarknaðin er neyðugt, tá støða skal takast til, hvørji átøk eiga at fremjast m.a. fyri at tryggja, at bústaðar fyrst og fremst verða nýttir sum heim.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder