2024-06-22 09:32
Í gjár hevði Sørvágs Kommuna og Visit Vágar vitjan av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Í Vágum hava vit nógv ferðavinnu virksemi, og fleiri av teimum mest vitjaðu náttúruperlunum í landinum. Tað var serliga nýggja løgtingslógin um burðardygga ferðavinnu, ið varð umrødd, og ferðavinnuætlaninar sum kommunur í Føroyum skulu gera saman við bóndum, heimafólki og øðrum komandi árið. Fleiri ivamál vórðu loyst, og kommunan vónar at arbeiði við at gera ferðavinnuætlaninar fer at ganga væl.
Tað verður Visit Vágar sum skal standa á odda fyri arbeiðinum at gera ferðavinnuætlan fyri Sørvágs- og Vága Kommunu og tey fara í gongd við arbeiði í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald