.
Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um familjulívið.
Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Sørvágs kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni
millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis
parskeið.
Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt. Allar familjur í kommununi
hava møguleika, at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving, umframt par-skeið til foreldur, sum
hava børn við serligum tørvi.
Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA sigur, at eitt av endamálunum hjá MEA er at styrkja tann einstaka,
familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað, og tí fegnist hon um, at Sørvágs
kommuna vil geva sínum borgarum eitt víðkað skeiðstilboð, soleiðis at foreldur m.a. kunnu fáa
amboð til, hvussu foreldur best kunnu samstarva um børnini, tá talan er um hjúnaskilnað ella
samlívsslit.
Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi frá 1. januar 2023 at rokna og eitt ár fram.
Kelda: Sørvágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald