Politikkur

Sørvágs kommuna er væl fyri fíggjarliga

Á bygdaráðsfundi 31. mai 2024 samtykti bygdaráðið einmælt roknskapin fyri 2023.

2024-06-07 16:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna er væl nøgd við roknskapin fyri 2023, har samlaðu inntøkurnar vóru 73.852 mió.kr. Raksturin hjá kommununi var 58.751 mió.kr.

Sørvágs kommuna gjørdi løgur fyri 15.158 mió.kr. í 2023.

Samlaða nettoskuldin er minkað við 14,8 mió.kr. hesa setuna, Sørvágs kommuna er væl fyri fíggjarliga og er nettoskuldin pr. 31.12.23 3.835 mió. kr. sum er 5% av einari álíkning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder