Politikkur

Sorgarleikurin í Ísrael

Miðflokkurin heitir á heimssamfelagið um at fordøma og taka frástøðu frá Hamas eftir blóðigu atsóknirnar móti Ísrael.

2023-10-10 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Enn einaferð gjørdist heimurin vitni til, hvussu lítið mannavirði verður mett av ávísum ideologium og felagsskapum, hesaferð í Ísrael. Kalt og miskunnarleyst vórðu ósek menniskju, kvinnur, børn, sjúk og gomul, skrykt úr svøvni, mishandlað, dripin og flutt burtur úr trygga degi og umhvørvi teirra.


Vit harmast, drýpa høvur í samkenslu, og halda á við at undrast yvir, hvussu slíkir felagsskapir, tóat teir verða átalaðir av mongum, hava fingið loyvi at hildið nærum tveimum milliónum fólkum sum gíslar inni í sjálvun Gaza- og terroriserað tey rundanum búgvandi.


Hamas er ein miskunnarleysur terrorfelagsskapur, sum eigur at verða viðgjørdur sum tílíkur. Felagsskapurin eigur als ikki rúm í fólkaræðinum, tóat fleiri av grannatjóðunum standa lítið aftanfyri í viðferð av teirra borgarum. 


Mitt ímillum hesar tjóðir finna vit einasta fólkaræði í Miðeystri, Ísrael, landið, sum føroyingar elska og sum er tað seinasta, vit hava skipað eitt vælvirkandi politskt samstarv við. Enn einaferð gjørdist prísurin, sum lítla tjóðin og hart royndu íbúgvar hennara guldu fyri demokratiið, øgiligur. 


Vit syrgja, sum vinir og sum flokkur, saman við tjóðini og fordøma tann ágang, teimum hevur fyri! Og vit heita á heimssamfelagið um at taka saman hendur og draga Hamas og aðrar felagsskapir, sum hótta heimsfriðin, til svars fyri gerðir teirra.



vegna Miðflokkin,



Jenis av Rana, floksformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder