Ítróttur

Sólin hevur skinið á Árna og KÍ

Undan dystinum millum KÍ og B68 fríggjakvøldið, tók Árni Frederiksberg ímóti heiðurinum sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað

Feðgarnir báðir, Regin og Árni Frederiksberg við prógvunum upp á, at tann eldri var besti spælari í Betrideildini í juni og juli mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen

Feðgarnir báðir, Regin og Árni Frederiksberg við prógvunum upp á, at tann eldri var besti spælari í Betrideildini í juni og juli mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen

2025-08-09 16:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska summarið hevur verið gott – bæði við góðveðri og nógvum góðum fótbólti. Og mitt í hesum sólskinsdøgum hevur Árni Frederiksberg úr KÍ veruliga skinið.

Við sínum eyðkenda spælistíli og máltevi, og einum vandamiklum vinstra fóti, ið eisini hevur gjørt um seg í evropeisku dystunum hjá klaksvíkingum, hevur Árni Frederiksberg aftur í ár verið ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ-liðnum.

Fríggjakvøldið, tá besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað skuldi kunngerast, vóru aftur boð eftir Árna. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið flestar atkvøður.

– Vit eru ein góð eind, og tá spælið koyrir væl, so er heilt sikkurt torført at spæla ímóti okkum. Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað er framvegis langur vegur á mál, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF, og leggur afturat, at hesin heiður heilt avgjørt eisini fer til liðfelagarnar og venjaratoymið.

Tað var sonur Árna, fimm ára gamli Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði pápanum eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder