
Í viðmerking sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen:
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at farast skal undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum. Í hesum sambandi setti landsstýriskvinnan í heilsumálum, í mars í fjør, ein arbeiðsbólk við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar at útgreina og lýsa yvirtøkuna nærri.
Arbeiðið er nú liðugt. Við støði í álitinum, kann landsstýriskvinnan nú saman við landsstýri og samgongu taka støðu til, um uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum skulu yvirtakast í hesum samgongutíðarskeiðnum.
Umframt uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at yvirtaka málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatik, rúsandi evni, vísindasiðseminevnd og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.
Álitið sum arbeiðsbólkurin hevur orðað er at finna her.
Mynd: Arbeiðsbólkurin við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar
Yvirtøka av Landslæknaembætinum
Í álitinum verður víst á tvær møguligar loysnir fyri yvirtøku av uppgávunum hjá Landslæknaembætinum:
- Ein møguleiki er at yvirtaka uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum, herundir allar eftirlitsuppgávur, líkskoðan og aðrar uppgávur, tó ikki autorisatiónsøkið.
Mettur kostnaður av slíkari yvirtøku er uml. 4,1 mió.kr. Verður hesin møguleiki valdur, verður mett, at Heilsustýrið eigur at samstarva við Styrelsen for Partientsikkerhed um eftirlitið við stovnum í eini skiftistíð.
- Hin møguleikin er at yvirtaka uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum, saman við autorisatiónsøkinum.
Av tí, at flestu heilsustarvsfólk í Føroyum hava danska autorisatión ella autorisatión úr einum Norðurlandi, er ikki væntandi, at stórar avbjóðingar verða í sambandi við umsiting av einari føroyskari autorisatiónsskipan. Metti kostnaðurin er tann sami sum omanfyri.
Yvirtøka av øðrum málsøkjum innan heilsu
Arbeiðsbólkurin var eisini biðin um at meta um málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatik, rúsandi evni og vísindasiðseminevnd, sum eisini eru undir donskum málsræði í dag.
Arbeiðsbólkurin vísir á, at føroyskir myndugleikar longu umsita hesi málsøki og eisini bera tær útreiðslur, sum eru knýttar at. Mett verður tí, at yvirtøka av hesum málsøkjum er kostnaðarlítil.
Hinvegin er málsøkið kæru- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið eitt torgreitt og umsitingarliga tungt málsøkið, ið krevur nógva servitan. Arbeiðsbólkurin metir tí, at greiða fyrst skal fáast á, hvørt uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum og hinum málsøkjunum, sum eru nevnd omanfyri, skulu yvirtakast, áðrenn farið verður undir eina tilgongd at yvirtaka málsøkið kæru- og endurgjaldsmøguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald