Politikkur

Søk um grundstykki á vanganum

Vága kommuna hevur seinastu tíðina gjørt eini gjøgnumgongd av grundstykkjum, og avtikið bíðilistan, og er har skipanin dagførd og gjørd meira smidlig. Í staðin fyri at hava ein bíðilista, kunnu borgarar nú søkja um grundstykkir beinleiðis og byrja byggingina. Hetta er eitt stig framá í stríðnum fyri at bøta um bústaðarviðurskiftini og møguleikan fyri at seta búgv í kommununi.

2024-12-13 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í løtuni eru seks byggiklár grundstykkir tøk í nýggju útstykkingini norðuri á Heiðum í Miðvági, við Gudmundargøtu, umframt eitt planerað grundstykki á Olivarsvegi. Hesi grundstykki kunnu øll søkjast um beinleiðis á Vanganum, sum ger tað lætt og ómakaleyst at søkja. Einaferð um mánaðin verður yvirlitið inni á Vanganum dagført við teimum grundstykkjum sum eru tøk, umbiðin grundstykki verða tikin av og nýggj koma afturat so hvørt útstykkingar verða gjørdar.

Møguleikar fyri íbúðarbygging
Tvey øki eru eisini sett av til íbúðarbygging. Hetta gevur privatum aktørum møguleika at gera íløgur og byggja íbúðir í Vága kommunu. Hesi øki eru norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági.

Kommunan leggur dent á, at íbúðarbyggingin skal vera fjølbroytt og fevna um eitt hóskandi tal av íbúðum og byggingin skal lúka ávísar treytir, sum tryggja góðsku og estetiskt samsvar við grannalagið. Umframt hetta skulu loysnir fyri parkering og uttanumøki vera nøktandi.

Privatir aktørar eru vælkomnir at bjóða inn við sínum hugskotum til, hvussu hesi íbúðarøki kunnu byggjast. Tað kann vera við eigaraíbúðum, leiguíbúðum ella lutaíbúðum – ella einum fjølbroyttum blandingi av hesum. Við tøkum grundstykkjum í øllum bygdunum til sethúsabygging, og tveimum økjum til íbúðarbygging, er Vága kommuna fyrireikað at møta vaksandi eftirspurninginum eftir bústaðarloysnum.

Áhugað kunnu venda sær til kommununa fyri at frætta nærri um teir møguleikar og treytir, ið eru galdandi. Vága kommuna arbeiðir støðugt við at skapa góðar karmar fyri bæði núverandi og komandi borgarar.

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder