Mentan

Søk stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Stuðul til verkætlanir til børn og ung

2024-10-16 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Jólamerkjagrunnurin hevur latið upp fyri umsóknum til verkætlanir, sum stuðla børnum og ungum í Føroyum.

Stuðul verður latin til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella til onnur samfelagsgagnlig endamál. Tað er stýrið fyri Jólamerkjagrunnin, sum ger av, hvussu stuðulin verður býttur út.

Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Helga Djurhuus sniðgivið vøkru jólamerkini, sum mynda jólaklipp. Eitt ark við 15 merkjum kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 17. oktobur 2024.

 

Freistin at lata inn umsókn um stuðul til Jólamerkjagrunnin er mikudagin, 30. oktobur 2024.

Fyll út umsóknarblað her.

Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyrimun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder