Politikkur

Søguligt vikuskifti fyri Føroyar!

.

Tilvildarlig mynd.

Tilvildarlig mynd.

2025-02-19 15:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Søguligt vikuskifti fyri Føroyar!

 

Um vikuskiftið var LGBT+ Føroyar vertur fyri árligu Nordic Pride Conference, sum er ein ráðstevna fyri pride-fyriskiparar í Norðurlondum. Hesa ferð luttóku 51 luttakarar frá 18 ymiskum pride'um.

 

Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum, har nógv spennandi evni vóru á skránni, millum annað samanhald millum Norðurlond, og hvussu pride'irnar í ymisku londunum kunnu læra av hvør aðrari. Føroyar eru millum tey Norðurlond, sum eru komin stytst í arbeiðinum fyri javnrættindum og betri livikorum fyri LGBT+-persónar, og av tí at ráðstevnan varð hildin í Føroyum, varð serligur dentur lagdur á tey økini í Norðurlondum, sum enn mangla nógv rættindi til LGBT+-persónar.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bjóðaðu ráðstevnuluttakurunum vælkomnum til Føroya og til Havnar, og báðar løgdu tær dent á týdningin av arbeiðinum, sum pride-rørslurnar gera, og týdningin av, at Føroyar ikki bara eru við, men eru vertir fyri slíkum ráðstevnum. Hetta er eitt sterkt signal um, at LGBT+-persónar í Føroyum ikki eru einsamallir í arbeiðinum fyri javnrættindum, men at vit hava stuðul úr øllum Norðurlondum.

 

Hetta vikuskiftið var søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava verið vertur fyri so nógvum LGBT+-felagsskapum. Tað, at ráðstevnan varð stuðlað av Norðulandaráðharraráðnum, er eisini eitt greitt tekin um, at hini Norðurlondini síggja týdningin av at varpa ljós á støðuna í Føroyum og stuðla arbeiðinum fyri javnrættindum til allar LGBT+'arar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder