Vinna

Søguligt tennisúrslit fyri Føroyar

.

2025-06-24 18:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í hesum døgum ger føroyska tennislandsliðið vart við seg í oyggjaleikasamanhangi. 

Føroyska liðið er á óalmennari oyggjaleikakapping í Isle of Man og kappast móti Jersey, Isle of Man og Caymanoyggjunum, sum hava drúgvar royndir á oyggjaleikum. Hendan kappingin verður hildin, tí tennis er ikki ein av teimum 12 ítróttagreinunum í Orknoyum í døgunum 12.-18. juli, tá ið Oyggjaleikir eru har. 

Føroyska tennisliðið gjørdi ein vørr í gjár og vann liðkappingina. Talan er um søguligan siður, tí Føroyar hava ikki megnað tað í tennis fyrr. 

Úrslitið av liðkappingini:
1. Føroyar
2. Jersey
3. Isle of Man
4. Cayman Islands

Næstu dagarnar fara føroysku spælararnir at spæla einmans- og tvímansdystir og blandaðar tvímansdystir (mixed double). 

Níggju spælarar eru í føroyska hópinum, fimm menn og fýra kvinnur. Høvuðsvenjari er Adam Salskov Juel-Blicher. 

Hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar eru við - og tískil fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar við bæði monnum og kvinnum til oyggjaleikakapping í tennis. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder