2024-05-07 14:19
So komið og síggið!
Nú verða Samkirkjudagar í Sandoynni frá Kristi Himmalsferðardegi 09. mai, og fram til sunnudagin 12. mai 24, hendir ein rúgva í bygdunum Skálavík, Húsavík, Skopun og heima á Sandi, og guðstænastur eru í øllum kirkjum í prestagjaldinum, eisini í Skúvoy. Sí skrá á https://samkirkjudagar.fo
Øll tiltøk á Samkirkjudøgum eru uttan kostnað, tú kanst koma og fara, sum tær listir, mat og drekka mást tú tó gjalda fyri. So tak familjuna við ein góðan og ríkandi túr til Sandoynna í døgunum frá 9.-12. mai har er nokk at fara til, bæði fyri børn, ung, vaksin og gomul. Vælkomin á Samkirkjudagar!
Heilsan nevndin fyri Samkirkjudagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald