
Til
Nevndina í Føroya Fiskimannafelag Februar 2025
100 Tórshavn
Við. AIS (Automatic Identification System) á smærri bátar
Í Apríl, 2014 kom Sjóvinnustýrið við regnumi, at nú var krav til fiskiskip 15 – 18 metrar til longdar at hava AIS.
Mett var, at tað var eitt stórt fram stig, tí tá kundu skip fylgja við, um aðrir bátar og skip vóru í nærheitini. Hetta var stór hjálp, tí nú kundu ansast eftir, at samastoytur ikki hendi.
Síðan tá er nógv broytt.
Bátar undir 15 tons, herundir smábátar, hava nógv størri motorar í dag og eru úti næstan í øllum veðrið, eisini tað myrku tíðina.
Tá nøkulunda útróðarveður er, so liggja fleiri bátar á fiskifeltinum, við sløktum ljósum, hetta eru serliga bátar undir 15 tons, og júst hesir hava ikki lógarkrav, at hava AIS.
Her kann standast vandastøða av.
Áheitan á nevndina
Fyri at verja sjófólk, so vanlukka ikki hendir, fari eg at biða nevndina í Føroya Fiskimannafelag, um at samtykkja, at felagið senda skriv til avvarandi mynduleikar, um at mynduleikarnir seta krav til øll fiskifør, sum hava fiskiloyvi, um at tey skulu hava AIS undir sigling.
Tað er ikki annað enn ein sjálvfylgja, at tað er Føroya Fiskimannafelag, sum setir slíkt ynski fram, so okkara fiskimenn vera vardir.
Vinarliga
Sniálvir Røvilsberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald