Vinna

Smyril til 20 ára klassing, og Galaxy avloysir 

.

2025-04-22 10:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Smyril til 20 ára klassing, og Galaxy avloysir 

 Tvøroyri 22. apríl 2025 

Smyril, sum kom nýggjur til Føroya í 2005, fer 8. september til 20 ára klassing á Fayard  skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark. Umframt sjálva klassingina skulu tvær síðurskrúvur setast í  aftan, og tríggir av fýra hjálpimotorum skulu skiftast út. Dokkingin varir 8-10 vikur. 

At finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, meðan hesin er í dokk, hevur aftur víst seg at vera ein  serstakliga trupul og nærum ógjørlig uppgáva. Tá ið samanum kom, var ferðafólkaferjan  Galaxy, sum eisini avloysti á suðuroyarfarleiðini í 2017, einasta tøka avloysaraskip. 

Galaxy er bygd í Pólandi í 1979 og er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Ferjan tekur 350  ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi.  Sigliferðin er 16 sjómíl um tíman. Galaxy fer í dokk fyrst í juni og síðani í summarsigling. 

Næsta stórarbeiði umborð á Smyrli er í 2028, tá ið allir fýra høvuðsmotorarnir skulu skiftast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder